Verkstaður

Tørvar tær hjálp

Vit hjálpa tær!

Hevur tú trupulleikar við einari hvítvøru, ella vilt tú bíleggja onkran eykalut, so kanst tú seta teg í samband við Hvítvøruverkstaðið her. Hevur tú trupulleikar við einari elektronikk vøru, so sum teldu, telefon, sjónvarpi, oyramikrofonum ella hátalarum v.m., ella vilt tú bíleggja onkran eykalut, so kanst tú seta teg í samband við elektronikkverkstaðið her.

Hvítvøruverkstaðið

Á hvítvøruverkstaðnum veita vit m.a. hesar tænastur til bæði privat- og vinnukundar:

  • Tilsetan og umvæling av hvítvørum
  • Viðlíkahald av industrimaskinum
  • Bílegging av eykalutum

Vit seta høg krøv til útbúgvingar innan ávísar maskinur til okkara teknikkarar, sum allir hava góðar og drúgvar royndir.

Hvítvøruverkstaðið – sum er góðkent Miele verkstað, og hevur alla neyðuga hágóðsku útgerð – heldur til í Havn, í snotiligum umstøðum á heili 200 kvadratmetrum, og hevur seks teknikkarar í starvi.

Hevur tú ivamál kanst tú ringja 353535 ella senda teldupost til service@elding.fo.

Elektronikkverkstaðið

Teknikkararnir á Elektronikkverkstaðnum hava góðar og drúgvar roydnir, og veita m.a. hesar tænastur:

  • Umvæling av øllum elektronikk vørur, so sum teldum, telefonum og sjónvørpum v.m.
  • Bílegging av eykalutum

Elektronikkverkstaðið er góðkent Samsung verkstað, og hevur eisini tætt samstarv við góðkent Apple verkstað í Føroyum, og aðrar partnarar uttanlanda.

Verkstaðið sjálvt er í Klaksvík, men um vøra skal latast inn til t.d. umvæling, ber til at lata hana inn í handlum okkara í bæði Klaksvík og Havn.

Hevur tú ivamál kanst tú ringja 353535 ella senda teldupost til elding@elding.fo.