Stuðul

Stuðul til vælgerðandi endamál

Hví lata við stuðul?

Í Elding hava vit altíð lagt dent á at stuðla hjálpararbeiði í Føroyum og úti í heimi við føstum mánaðarligum flytingum. Tá ið tú keypir frá Elding, ert tú sostatt við til at stuðla neyðsyntum verkætlanum at byggja skúlar í fátækrabýlingum, og at veita avvarðandi mat og klæðir. Afturat hesum ynskja vit fegin at lata stuðul til ymisk endamál, ið vit meta hóska til okkara virksemi og virðir. Vit ynskja at øll samstarv vit gera, koma báðum pørtum til góðar.

Hvussu biður man um stuðul frá Elding?

Ynskja tit at biðja um stuðul frá Elding, verða tit biðin um at útfylla skjalið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Hví vit ikki stuðla hvørjaferð

Stuðulin til nærumhvørvið og hjálpararbeiði úti í heimi verður veittur virksemi, sum kann metast at vera vælgerandi. Tvs. at vinnuligt virksemi verður ikki stuðlað. Sum meginregla verður ikki latið stuðul til fløguútgávur, bókaútgávur og líknandi. Fíggjarligur stuðul til skúlaflokkar verður heldur ikki givin.

Hvør fær?

Øll, sum hava givið sær stundir til at biðja um stuðul frá Elding, fáa eitt svar. Velja vit at siga nei, so ber til at royna aftur eftir einum árið.

Hvat hendir so?

Vit viðgera umsóknirnar í trúnaði einaferð um mánaðin og fært tú svar umvegis teldupost ella telefon.

Hvørjum hevur Elding stuðla?

Elding hevur stuðla nógvar verkætlanir gjøgnum árini. Nevnast kann millum annað Esport Føroyar, Battle of the North (Strongman). Sí myndir niðanfyri.