Um

Søgan um Elrisan

Okkara søga byrjaði í mars 1995, tá Mads Andreas Winther lat upp lítlan handil á loftinum í SMS. Tíðirnar vóru ringar, og kreppa var í Føroyum. Gólvvíddin var bert 50 fermetrar, og fá væntaðu, at handilin fór at bera seg. Men okkara framgongd er sprottin úr sama eldhuga, sum var frá fyrsta degi: Vit arbeiða hart, tí vit elska tað, vit arbeiða við! Elding merkir ”at kynda” á norrønum og hóskar tískil væl til ein framfúsan Elrisa. Tað er eisini staðarnavnið á haganum sunnan fyri Skopunarbygd, har abbi Mads Andreas Winther og forfedrar hansara skóru torv mong ár frammanundan.

Gekst væl at finna navnið, gekst eisini væl við rakstrinum. Elding flutti í 1997 inn í 250 fermetra høli og lat harumframt deild upp í Runavík sama ár og í Klaksvík árið eftir. Í 2006 gjørdist Elding limur í norðurlendska samstarvinum Elkjøp, ið er størsta elketa í Norðurlondum og somuleiðis partur av bretsku risaketuni Dixons. Hølini vórðu víðkað til 2000 fermetrar, og navnið varð hóskandi broytt til Elding Elrisin.

Hjálparátøk í Føroyum og úti í heimi

Við nethandli og deildum í Føroya størsta og næststørsta býi røkkur Elding út til meginpartin av Føroya fólki. Allir føroyingar vita, at Elding vil vera bíligast. At vilja vera bíligast er grundarsteinurin í okkara handilsskapi, men Elding er eisini nógv meiri enn tað. Av fyrstantíð hevur Elding lagt dent á at stuðla hjálpararbeiði í Føroyum, Afrika, India og Ísrael við føstum mánaðarligum flytingum. Mads Andreas og familjan hava vitjað hart raktu støðini í India og upplivað, hvussu teirra stuðul bøtir um livikor og umstøður í nærsamfelagnum. Tey, ið keypa frá Elding, eru sostatt við til at stuðla neyðsyntum verkætlanum at byggja skúlar í fátækrabýlingum og at veita avvarðandi mat og klæðir. Og soleiðis verður eisini í framtíðini.

Trýggjar grundreglur

Vit brenna fyri at geva eina enn betri handilsuppliving og at menna marknaðin, so vit kunnu bjóða Føroya fólki slóðbrótandi tøkni til gerandisdagin. Vit gera javnan prískanningar av kappingarneytunum, so vit altíð eru klár við besta tilboðnum.

Ráðgeving
Góð ráðgeving gevur altíð besta úrslit, tí tørvurin er ymiskur til ymisk endamál. Vit hava útbúgving og drúgvar royndir í at vísa tær á bestu tólini til júst tín tørv. Umvegis okkara veitarar hava vit eisini atgongd til bestu útlendsku ráðgevar á øllum viðkomandi økjum innan elektronikk og tól til vinnulívið. Ring til okkara, og vit geva tær ráð og óbindandi tilboð.

Søla og útbering
Við okkara stóra starvsfólkaliði finnur tú altíð ein, ið kann hjálpa tær. Elding er kent fyri dygdargóðar prísir og skjóta útbering. Vit hava Føroya størstu goymslu av sínum slagi og fáa vøru frá útlendsku veitarunum hvørja viku.

Tænasta og verkstaður
Sum umboð fyri bestu veitararnar av tænastum og tólum uppseta vit vøruna skjótt og ómakaleyst – eisini umborð á skipum. Okkara dugnaligu starvsfólk tryggja, at tólini rigga til fulnar. Tørvar tær umvæling ella eykalutir, veitir verkstaðurin hjá Elding hesa tænastu. Vit vita, at bíðitíðin ofta er avgerandi, og tískil loysa vit uppgávurnar skjótast gjørligt uttan at gera kompromis við góðskuni.