Umbýtingarrættur

Umbýtingarrættur

Í Elding er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar okkara handlar.

Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey vilja býta um – eisini, um vøran er ein gáva.

Galdandi umbýtingarrættur í Elding

‍Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.

3) Umbýtingarrætturin er ikki galdandi fyri serbílagdar vørur.