Verkstaðsleiðari

Ert tú okkara nýggi verkstaðsleiðari?

Elding sóknast eftir einum dugnaligum leiðara til okkara hvítvøruverkstað!

 

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir einum persóni, ið brennur fyri at veita bestu tænastu til kundar og viðskiftafólk okkara. Tú verður andlitið á fyritøkuni, og tað hevur tí týdning, at tú ert ábyrgdarfull/ur og álítandi, og at tú dugir væl við menniskjum. Harumframt mást tú vera kundavinarlig/ur, og duga at seta tørvin hjá kundanum í fokus.
Vit vænta eisini, at tú ert væl fyri handaliga, og hevur royndir innan el- og maskinarbeiði e.l.


Arbeiðsuppgávur

• Daglig samskipan av hvítvøruverkstaðnum
• Ymiskar service uppgávur

Fyri at menna tínar førleikar og vitan, bjóða vit upplæring hjá okkara veitarum
Talan er um fulltíðarstarv, og starvsstavurin er á hvítvøruverkstaðnum í Tórshavn.

 

Stutt um hvítvøruverkstaðið

Á hvítvøruverkstaðnum veita vit m.a. hesar tænastur til bæði privat- og vinnukundar:

• Tilsetan og umvæling av hvítvørum
• Viðlíkahald av industrimaskinum

• Bílegging av eykalutum

 

Vit seta høg krøv til útbúgvingar innan ávísar maskinur til okkara teknikkarar, sum allir hava góðar og drúgvar royndir.

Hvítvøruverkstaðið – sum er góðkent Miele verkstað, og hevur alla neyðuga hágóðsku útgerð – heldur til í Havn, í snotiligum umstøðum á heili 200 kvadratmetrum

 

Umsókn og freist

Starvið verður sett so skjótt rættið persónurin er funnin.
Umsóknir skulu sendast til Mads Andreas Winther, stjóra, á teldupost maw@elding.fo
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas á tlf. 529000.