Dátuverndarkunning hjá Elding

Dátuverndarkunning hjá Elding

Tá tú ert kundi hjá Elding, kunnu vit fáa tørv á at viðgera tínar persónupplýsingar. Felagið Sp/f Elding (v-tal: 521558) eigur og rekur Elding handlarnar (“ELDING”, “Elding Elrisin”, “Elding Tórshavn”, “Elding SMS”, "Elding Klaksvík", “Elding Online” og “Elding Business”).

Hevur tú spurningar viðvíkjandi hesari dátuverndarkunning ella teimum metingum vit hava gjørt, kanst tú seta seta teg í samband við okkum á elding@elding.fo. Fyri at nýta tíni rættindi sambært dátuverndarlógini, sí vinarligast punkt nr. 11 niðanfyri.

1.    Tá tú keypir í okkara fysisku handlum:

Útinning av keypi:

Tá tú keypir eina vøru frá okkum, ynskja vit vanliga at stovna teg sum kunda í skipan okkara. Tá tú ert stovnaður sum kundi hjá okkum, kunnu vit finna fram kvittanir, um tørvur seinni verður á hesum. Tað eru okkara royndir, at tað er lættari at hjálpa kundanum, um vit hava hendingargongd og kvittanir upp á undanfarin keyp.

Fyri at kunna stovna teg sum kunda, hava vit tørv á at skráseta persónupplýsingar sum navn, telefonnummar og teldupostbústað. Vit kunnu eisini biðja um upplýsingar um tín bústað. Fyri at kunna skilja millum kundaprofilar við eins nøvnum, verður tín teldupostur nýttur sum eyðmerking. Upplýsingar um tíni keyp umframt møguligt samskifti við okkum, verður knýtt at tínum kundaprofili.

Um vit varnast eitt týðandi brek á eini vøru, ið vit hava selt til tín, kunnu vit nýta tínar samskiftisupplýsingar, vit hava skrásett um teg, til at taka aftur vøruna. Við ótýðandi brekum, har vøruveitarin ynskir at rætta upp á ella ella veita endurgjald beinleiðis til tín sum kunda, vilja vit deila tínar persónupplýsingar við veitaran, soleiðis at teir kunnu fáa samband við teg fyri fáa viðurskiftini í rættlag.

Um tú ikki keypir nakrar ískoytistænastur (sí punkt 3, 4 og 5) ið krevur, at vit skráseta tínar persónupplýsingar, kanst tú frítt velja, um tú ynskir at vit skráseta tínar persónupplýsingar, tá tú keypir í okkara fysisku handlum.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit fylgja okkara heimilaða áhugamálið við at stovna eina kundaprofil, umframt at knýta tíni keyp til kundaprofilin. Vit ynskja at veita eina góða uppfylging, um tørvur skuldi verið fyri hesum, og meina vit tískil, at hendan varðveiting av persónupplýsingum, ikki er til ampa fyri teg. Við nýtslu av samskiftisupplýsingum til at taka aftur vørur, er tað tann galdandi rættarliga skyldan um produktansvar, ið er grundarlagið fyri viðgerðini. Um vit deila tínar persónupplýsingar, fyri at okkara vøruveitarar kunnu seta seg í samband við teg um viðurskifti, ið liggja uttanfyri galdandi reglur um produktansvar, er viðgerðin grundað á okkara heimilað áhugamál.

Vit varðveita tín kundaprofil, so leingi vit hava eina skyldu yvir fyri tær sbrt. keypilógini, bókhaldslógini ella roknskaparlógini, ella so leingi tú hevur eitt virkið kundatilknýti til okkum. Samsvarandi lógini, varðveita vit tínar persónupplýsingar í upp til 6 ár.

Tú kanst sjálvur biðja um at fáa tínar persónupplýsingar strikaðar innan 6 ár. Vit vilja tá strika allar persónupplýsingar undantikið upplýsingar um bíleggingar ella kvittanir, sum vit sambært bókhaldslógini og roknskaparlógini hava skyldu til at varðveita. Eftir hettar, kunnu upplýsingar um teg einans eyðmerkjast við bíleggingarnummari, ið stendur á uppruna kvittanini.

Í ávísum førum nýta vit tínar upplýsingar um keyp til greiningar og marknaðarføringsendamál. Les meira undir punkt 6.

2.    Tá tú keypir á elding.fo:

Tá tú keypir á okkara nethandli, er tað neyðugt hjá okkum, at stovna ein kundaprofil fyri at kunna fullfíggja títt keyp og at kunna senda tær vøruna.

Vit biðja teg eisini upplýsa gjaldsupplýsingar, alt eftir hvønn gjaldshátt tú velur. Tínir gjaldsupplýsingar verða viðgjørdar av okkara samstarvsfelaga og verða ikki varðveittar í okkara skipan. Sama er galdandi, um tú velur at heimasíðan skal minnast tínar gjaldsupplýsingar.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit fylgja okkara heimilaða áhugamálið við at stovna eina kundaprofil, umframt at knýta tíni keypir til kundaprofilin. Vit ynskja at veita eina góða uppfylging, um tørvur skuldi veri fyri hesum, og meina vit tískil, at hendan varðveiting av persónupplýsingum ikki er til ampa fyri teg. Við nýtslu av samskiftisupplýsingum til at taka aftur vørur, er tað tann galdandi rættarliga skyldan um produktansvar, ið er grundarlagið fyri viðgerðini. Um vit deila tínar persónupplýsingar, fyri at okkara vøruveitarar kunnu seta seg í samband við teg um viðurskifti, sum liggja uttanfyri galdandi reglur um produktansvar, er viðgerðin grunda á okkara heimilað áhugamál.

Í ávísum førum nýta vit tínar upplýsingar um keyp til greiningar og marknaðarføringsendamál. Les meira undir punkt 6.

3.    Tá tú hevur bílagt útkoyring ella uppseting við keypi frá okkum:

 Um tú ynskir útkoyring ella uppseting av eini vøru, sum tú hevur keypt frá okkum, hava vit tørv á, at skráseta tínar persónupplýsingar, fyri at vit kunnu útinna tænastuna, ið tú hevur bílagt. Skrásetingin fer fram, sum lýst undir punkt 1 og 2, alt eftir um tú keypir eina vøru í fysisku handlunum ella umvegis nethandilin elding.fo.

Elding samstarvar við ymsar triðjapartsveitarar, ið veita útkoyring og uppsetingartænastur okkara vegna. Fyri at hesir skulu kunna útinna tænastuna, lata vit teimum neyðugar persónupplýsingar.

Elding ynskir at betra um tína kundauppliving. Um tað er viðkomandi, senda vit tær ein teldupost við umráðandi upplýsingum, áðrenn vit veita eina uppsetingartænastu. Eftir at tú hevur móttikið ella fingið sett upp eina vøru, kunnu vit senda tær ein fyrispurning, um at luttaka í einari kanning, har spurt verður um tína kundauppliving. Vit nýta hesar upplýsingar til at betra um okkara innanhýsis mannagongdir og fyri at eftirmeta tænastuna hjá okkara triðjapartsveitarum, sum útinna tænastuna okkara vegna.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Viðvíkjandi stovning av kundaprofili, sí punkt 1 og 2.

Í samband við deiling av upplýsingum við triðjapartsveitarar, er heimildin fyri viðgerðini, tann keypsavtalan vit hava gjørt við teg. Triðjapartsveitarar fáa frá okkum boð um at strika tínar persónupplýsingar, tá teir hava veitt sín part av avtaluni.

Tá vit spyrja teg um at luttaka í okkara spurnakanningum um tína kundaupplýsing, er viðgerðin grundað á okkara heimilað áhugamál. Tað er okkara áhugamál, at innheinta upplýsingar um upplivingina hjá kundanum, tá keypt verður frá okkum, fyri at kunna betra kundaupplivingina. Tað er okkara áskoðan, at tílíkar spurnakanningar hava lítla neiliga ávirkan á teg sum kunda.

4.    Tá vit handfara aftursendingar, klagur, support ella umvælingar:

 Um tú klagar um ella aftursendir eina vøru, ella biður okkum at umvæla vøruna, hava vit tørv á at skráseta tínar samskiftisupplýsingar, fyri at kunna handfara tína áheitan. Um tú ikki frammanundan ert skrásettur kundi í okkara skipan, vilja vit stovna ein kundaprofil sum lýst undir punkt 1.

Tá vit veita support, nýta vit tínar persónupplýsingar til at skráseta og geva tær upplýsingar um supportstøðuna og veitta support í samband við tínar vørur. Um vit kalla inn uttanhýsis partar, so sum framleiðaran av vøruni, kunnu vit lata teimum tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at annar triði partur skal kunna útinna supportina ella umvælingina.

Um tú ynskir at keypa eina supportavtalu ella eina klárgering til telefon, teldu og/ella teldil, fáa vit atgongd til innihaldið á tínum tóleindum, ímeðan vit útinna veitingina. Vit nýta hesa atgongd til at flyta innihaldið frá tí gomlu til tí nýggju eindina, leggja inn og dagføra forrit og til at seta saman tínar tóleindir, so hesar virka eftir tínum tørvi. Innan tín supportavtala gongur út, kunnu vit spyrja teg, um tú ynskir at endurnýggja avtaluna.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Viðvíkjandi stovning av kundaprofili, sí punkt 1 og 2.

Tá vit nýta tínar persónupplýsingar í samband við tænastur og support, er keypsavtalan viðgerðargrundarlagið. Hetta er eisini galdandi, um tú aftursendir vøruna við nýtslu av opnum keypi. Harumframt er tað okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, um at seta okkum í samband við teg, við eini umbøn um endurnýggjan av supportavtaluni innan hendan gongur út, og at okkara áhugamál gongur framum møguligan ampa, hetta kundi viðført fyri teg.

Um vit viðgerða tínar persónupplýsingar fyri at kunna handfara eina sak um klagu, er tað rættarliga skyldan, ið er viðgerðargrundarlagið.

Vit varðveita tínar persónupplýsingar, so leingi tú hevur eina virkna avtalu við okkum. Eftir hetta, varðveita vit tínar upplýsingar sum lýst undir punkt 1 og 2.

5.    Tá tú samskiftir við okkara kundatænastu

Tú kanst seta teg í samband við okkum umvegis ymsar miðlar. Um tú frammanundan hevur ein kundaprofil hjá okkum, vilja vit nýta tær upplýsingar, ið eru knýttar at tínum kundaprofili, fyri at hjálpa tær so væl sum gjørligt. Um vit skulu handfara eina áheitan ella onnur mál frá tær, sum krevur víðari uppfylging frá okkum, eins og við support og klagum, stovna vit ein kundaprofil, um tú ikki frammanundan hevur ein, sí punkt 1 og 4. Vit knýta tínar áheitanir og mál til tín kundaprofil, so at vit kunnu fylgja upp, upp á málið, um tørvur verður á tí.

Tá tú ringir til okkum

Vit nýta eina skipan til skráseting og handfaring, undir hesum m.a. umstilling av telefonringingum. Tá tú ringir til okkum, verður hetta skrásett í okkara telefonskipan. Telefonsamrøður verða tó ikki upptiknar.

Tá tú kjattar við okkum

Á okkara heimasíðu er møguligt at kjatta við okkum. Hetta verður gjørt umvegis Facebook Messenger.

Tá tú sendir ein teldupost til okkum

Tá tú sendir okkum ein teldupost, kunnu vit varðveita teldupostin við tilknýti til tín kundaprofil. Vit varðveita tín teldupost fyri betur, at kunna fylgja upp upp á teg, um tú hevur tørv á support, hevur sent inn klagu upp á eina vøru, ella um samskifti umfatar eitt trætumál, tú hevur við okkum.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, um at skráseta upplýsingar um samskifti, tú hevur við okkum, so at vit kunnu fylgja upp upp á tíni kundaviðurskifti. Harumframt kann viðgerðin verða grunda á eina rættarliga skyldu um at skráseta og varðveita upplýsingar um kundaviðurskiftini, um tú til dømis klagar um eina vøru.

Teldupostar verða varðveittir í eitt ár fyri at tryggja, at vit kunnu fylgja upp upp á klagur yvir tíð.

6.    Greining og marknaðarføring umvegis triðjapartsmiðlar

Elding samstarvar við talgild lýsingarnetverk, so sum Meta, Google og TikTok (Douyin) fyri at kunna geva tær viðkomandi tilboð, tá ert á hesum miðlum. Marknaðarføring umvegis tílíkar miðlar, hevur við sær profilering og sundurbýting. Sundurbýting merkir, at lýsingar verða málrættaðar eftir bólkum grunda á felags eyðkenni, so sum kyn, aldur, bústaður og líknandi. Profilering merkir, at tú móttekur lýsingar grundaðar á upplýsingar um, hvat tú frammanundan hevur víst áhuga fyri. Vit umfatar m.a. lýsingar á Meta og Google. Niðanfyri er lýst, hvussu vit føra okkara marknaðarføring við hjálp av triðjapartsmiðlum.

Marknaðarføring og profilering við upplýsingum, ið eru savnaðar av triðjapørtum:

Ymsar heimasíður og talgildir miðlar savna inn upplýsingar um teg umvegis tað, tú vísur áhuga fyri, tá tú nýtir hesar miðlar. Harumframt er Elding við til, at savna upplýsingar til triðjapartar um, hvat tú hevur áhuga fyri, tá tú vitjar okkara heimasíðu. Hettar fer einans fram, um tú hevur givið samtykki til triðjapartsfarspor, tá tú vitjar okkara heimasíðu. Í tílíkum førum, verða upplýsingar um, hvat tú leitar uppá og klikkir á, sent til triðjapartar. Harumframt skrásetir Facebook, at tú hevur áhuga í Elding, um tú hyggur eftir tilfari, sum vit hava lagt út á miðilin. Tá vit lýsa á talgildu miðlunum, sært tú lýsingar um tað, ið miðilin metir, at tú hevur áhugað í, grunda á tær upplýsingar, ið eru savnaðar inn um teg.

Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar her

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Í samband við innsavnan av upplýsingum umvegis farspor, er viðgerðin grundað á samtykki, sum verður givið á okkara heimasíðu. Harumframt hevur tú givið samtykki til, at talgildir miðlar so sum Meta og Google, kunnu savna, greina og nýta tínar persónupplýsingar umvegis tínar stillingar á miðlunum. Elding varðveitir ikki hesar upplýsingar.

Marknaðarføring og profilering við savnaðum upplýsingum av triðjapørtum

Í ávísum førum vilja vit gera nýtslu av samanberingum av kundum, tá vit lýsa á triðjapartsmiðlum, fyri at geva tær mest viðkomandi kunning og tilboð. Við hjálp av samskiftisupplýsingum, sum tú hevur latið okkum, kunnu triðjapartar, so sum Google samanbera teg við aðrar upplýsingar, tú hevur latið teimum. Tá sambinding er gjørd, kanst tú móttaka kunning og upplýsingar, sum væntað eru áhugaverdar fyri teg. Teldupostur og telefonnummar, eru tær mest vanligu samskiftisupplýsingarnar, ið verða nýttar til samanberingar við navn, bygd/býur, post nr., kommuna, land, aldur, telefon, telefon lýsingar-ID, tóleind-ID og uid (app-id) er eisini møguligt.

Vit senda samskiftisupplýsingarnar bronglaðar til triðjapartar, sum sjálvvirkandi kunnu framleiða eina samanbering, um tú ert skrásettur brúkari hjá teimum við somu samskiftisupplýsingum. Eftir hesari samanbering, verða upplýsingarnar strikaðar.

Tær upplýsingar, vit deila um teg, kunnu eftir hetta ikki nýtast av triðjapørtum til onnur endamál. Í løtuni nýta vit Google og Meta.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, at fremja marknaðarføring við hjálp frá kundasamanberingum, og at okkara áhugamál gongur framum møguligar vansar, viðgerðin kann føra til, fyri teg. Upplýsingarnar um kundasamanberingar verða strikaðar beinanvegin eftir, at samanberingin er gjørd og seinast innan 30 dagar.

Greining við hjálp av kundaupplýsingum, sum vit hava latið triðjapørtum:
Elding ynskir at gera greiningar av, um tær lýsingar vit hava á triðjapartsmiðlum, so sum Google og Facebook, fáa ætlaða virknaðin. Fyri at kunna gera hetta, flyta vit upplýsingar um navn, bústað, teldupost og telefonnummar. Harumframt flyta vit upplýsingar um tey keyp, ið verða gjørd í okkara handlum. Hesar upplýsingar verða sammettar við lýsingarvirksemið, vit hava havt á miðlunum, og móttaka vit síðani samlaðar frágreiðingar uttan persónupplýsingar, um virknaðin av okkara lýsingarvirksemi.

Í løtuni deila vit upplýsingar til greiningarendamál við Google og Meta.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, at greina virknaðin av okkara lýsingum á talgildu miðlunum, og at okkara áhugamál gongur framum møguligar vansar, viðgerðin kann føra til, fyri teg. Tá greiningin er gjøgnumførd, verða upplýsingarnar strikaðar hjá Google og Meta. Feløgini kunnu eftir hetta ikki nýta upplýsingarnar til onnur endamál.

7.    Nýtsla av persónupplýsingum til menning og betran av tænastum

Um tað verður mett neyðugt og viðkomandi, kunnu vit nýta okkara kundaupplýsingar, fyri at kunna menna okkara skipanir og mannagongdir. Á hendan hátt, kunnu vit nýta størri mongdir av dátum, harav tínar persónupplýsingar eru partur av, til at fremja greiningar og royndir. Endamálið er at betra um kundaupplivingina og gera okkara arbeiðsgongdir virknari.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, við at nýta kundaupplýsingar til at betra um okkara virkisgongdir, og at okkara áhugamál gongur framum møguligar vansar, viðgerðin kann føra til, fyri teg. Dáturnar, ið verða nýttar til greiningina, verða strikaðar leypandi samsvarandi okkara mannagongd fyri striking av kundadátum.

8.    Yvirvøka við vakmyndatóli av okkara handlum

Vit hava sett upp vakmyndatól í handlum okkara. Við inngongdunum á handlunum, verður við skelting gjørt vart við upptøkurnar. Endamálið við yvirvøkuni, er at skapa eitt trygd umhvørvi fyri vitjandi kundar og starvsfólk. Upptøkurnar kunnu verða nýttar til at eftirkanna og sannvísa stuldur og annað ólógligt virksemi ið kann ávirka okkum, okkara starvsfólk, vitjandi og kundar í handlum okkara. Um tørvur verður á tí, kunnu upptøkurnar latast øðrum almennum myndugleikum, herundir serliga løgregluni.

Viðgerðargrundarlag, varðveitsla og striking:

Tað er okkara áskoðan, at vit hava eitt heimilað áhugamál, til at verja okkara starvsfólk og kundar, umframt at fyribyrgja ólógligt virksemi ímóti okkum. Tað er okkara meting, at okkara áhugamál gongur framum møguligar vansar yvirvøkan kann føra til, fyri einstaklingin.

Upptøkurnar frá yvirvøkuni verða varðveittar í 30 dagar. Um upptøkurnar verða latnar løgregluni, kunnu hesar verða varðveittar í eitt longri tíðarskeið, sum ásett alt eftir týdninginum av málinum og rannsóknini.

Atgongd til upptøkurnar:

Upptøkurnar verða varðveittar í okkara innanhýsis skipan og verða ikki latnar øðrum triðjaparti. Vit útflýggja ikki avrit av upptøkunum frá yvirvøkuni, um tú biður um innlit um tær persónupplýsingar, vit hava um teg, tá upptøkurnar verða strikaðar innan stutta tíð. Um tú biður um innlit og avrit av upptøkunum, vilja vit vanliga nokta at eftirlíka umbønini sbrt. § 21, stk. 5. Orsøkin til hetta er, at tað er sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði at leita í upptøkunum, klippa og gera aðrar persónar á upptøkunum dulnevndar. Avrit av upptøkunum verður tískil einans útflýggja, um umbønin er rímilig og væl grundað.

9.    Útinning av tínum rættindum

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Elding hevur skyldu til at fylgja. 

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Elding avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Fyrisiting av kundakonto

Um tú hevur ein kundaprofil stovnaðan hjá okkum, kanst tú dagføra tínar persónupplýsingar og skipa tíni samtykkir á tínum kundaprofili. Tú kanst rita inn á tín kundaprofil við teldupostbústaðnum, tú hevur latið okkum.

Soleiðis tekur tú títt samtykki aftur

Um tú ikki framyvir ynskir at móttaka tillagaðar lýsingar grunda á tær upplýsingar, vit hava savnað um teg, kanst tú melda teg frá okkara tíðindabrøvum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

10.    Bólkar av móttakarum

Í løtuni deila vit okkara kundaupplýsingar við fylgjandi móttakarar:

Bólkar av móttakarum

Endamál við víðarigeving

Flutningsfeløg og aðrir tænastuveitarar Fyri at kunna veita vørur og uppsetingartænastur og at útinna supportuppgávur. Sí punkt 3 omanfyri.
Vøruframleiðarar Fyri at kunna handfara klagur og garanti. Sí punkt 4 omanfyri.
Greining og marknaðarføring Fyri at kunna savna rættar upplýsingar við skráseting, sí punkt 1 og 2, og fyri at kunna útinna greiningar- og marknaðarføringsvirksemi, sí punkt 7 og 8.
Talgildar lýsingartænastur Fyri at kunna útinna greiningar- og marknaðarføringsvirksemi.

11.    Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond

Um Elding nýtir undirveitarar, ið eru staðsettir uttanfyri EU/EBS, tryggja vit at viðgerðin, sum minst verður áløgd somu dátuverndarreglum, sum ásettar eru í Føroyum. Í løtuni samstarva vit við fylgjandi veitarar uttanfyri EU/EBS:

Felag

Slag av tænastu

Land

Google Lýsingartænastur USA
MailChimp Teldupost tíðindabrøv USA

12.    Samband

 Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

‍Elding
Hoyvíksvegur 65
FO-100 Tórshavn

+298 35 90 00
elding@elding.fo
www.elding.fo

13.    Kæra

 Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til elding@elding.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.

14.    Dagføringar

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 24. apríl 2023.