Retro Gaming

Retro gaming

Seinastu árini eru eldri spælimaskinur komnar aftur í nýggjum hami og kunnu bjóða tær eina ferð aftur í tíðina. Her hjá okkum í Elding hevur tú møguleika at keypa eina rúgvu av ymiskum retro gaming maskinum, ið nøkta einhvønn tørv. Vit hava alt frá Commodore 64 til stórar Arcade maskinur. Far á eina ferð aftur í tíðina og royn nakrar klassikarar! Gev gætur at hesar vørur eru á fjargoymslu og er veitingartíðin tí 1-3 vikur.


Arcade maskinur

Í 80'unum vóru arcade maskinur tað heilt stóra. Vit hava sæð tær verið nýttar í alskyns filmum og røðum, her kann m.a. nevnast Stranger Things, sum er sera kend fyri sínar nostalgisku 80'ara tilvísingar. Vit hava fleiri kend spøl tøk í Arcade maskinum, sum t.d. heimskendu bardagaspølini Mortal Kombat II og Street Fighter II. Ein fullkomin loysn til bæði undirhald og nostalgi. Allar maskinurnar hava fleiri spøl innbygd. Arcade 1 UP maskinurnar hava í alt 12 spøl innbygd, meðan AtGames maskinan hevur heili 300 spøl innbygd.

Maskinurnar síggjast niðanfyri og kunnu keypast beinleiðis her á heimasíðuni.


Minni stýristøðir

Kenda teldan Commodore 64 var sera slóðbrótandi. Hon kom út í eini tíð, har ikki øll áttu teldu heima við hús. So løgið sum tað ljóðar, so var altso ein tíð, har ikki øll áttu teldur. Hendan teldan læt heimin upp fyri ungdóminum, har tey sloppu at royna alskyns spøl heima við hús. Í dag kanst tú gera so at siga alt frá tíni snildfon. Far á eina ferð aftur í 80'ini og royn heimskendu Commodore 64 telduna ella aðrar stuttligar retro stýristøðir. Við eini rúgvu av spølum løgd inn, kanst tú byrja ferðina beinanvegin! Sí stýristøðirnar niðanfyri. Keyp beinleiðis her á síðuni ella kom ein túr inn í handilin og síggj maskinurnar.