Feilur OK


Goymslufólk til Elding Tórshavn

Vegna vaksandi virksemi, sóknast vit eftir einum røknum og ábyrgdarfullum goymslufólki til handil okkara í Tórshavn.

 

Hvør ert tú?

Tú ert røkin og tænastusinnað/-ur, og tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Tú ert positiv/-ur og fleksibul, tú tekur ábyrgd, og tú dugur væl at gera uppfylgjandi arbeiði. Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur, og eisini er fyrimunur við góðum telduførleika. Koyrikort til bil er eitt krav.

 

Hvat bjóða vit tær?

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, har nógv er at gera. Tú sleppur at arbeiða sjálvstøðugt, har dagligt samstarv er við okkara handilsleiðarar.

 

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, handilsleiðara, á tlf. 529015, ella við at senda ein teldupost til herman@elding.fo.

Umsóknin skal sendast við telduposti til herman@elding.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 30. apríl 2021.

 

Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Harumframt eru vit partur av Elkjøp, sum er størsta elektronikk- og hvítvøruketa í Norðurlondum.

1-16 of 6900

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
432

1-16 of 6900

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
432