Feilur OK

 

Vegna økt virksemi sóknast vit eftir fleiri dugnaligum starvsfólkum til handil okkara í Tórshavn.

 

Sølufólk/lærlingur 

Vit sóknast eftir einum sølufólki til smá-eltól deildina, har tú fært servitan innan hendan vørubólk. Harumframt fert tú at standa við kassan og vegleiða og avgreiða kundar.

Til ber eisini at byrja í læru, um hetta hevur áhugað.

Starvið er fullatíð.

 

Avloysarar

Vit sóknast eisini eftir avloysarum, til at arbeiða sum sølufólk. Sum avloysari arbeiðir tú seinnapartar og í vikuskiftinum.

Arbeiðstíðin er áleið 18 tímar um vikuna.

 

 

Hvørji eru tit?

Felags fyri allar umsøkjarar er, at vit sóknast eftir persónum, ið brenna fyri at veita bestu tænastu til kundar og viðskiftafólk okkara. Tit verða andlitið á fyritøkuni, og tað hevur tí týdning, at tit eru ábyrgdarfull og álítandi, og at tit duga væl við menniskjum. Harumframt mugu tit vera kundavinarlig, og duga at seta tørvin hjá kundanum í fokus.

Løn sambært avtalu.

 

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, handilsleiðara, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo

Umsókn saman við avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo.

Freistin at søkja er hósdagin 14. januar á midnátt.


Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Eisini hevur Elding eina vinnudeild, eitt teldu- og sjónvarpsverkstað og eitt hvítvøruverkstað.

1-16 of 6108

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
382

1-16 of 6108

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
382