Feilur OK

 Elding Online

Varaleiðari til Elding Tórshavn

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi starvsfólki ið skal starvast sum ein tíðandi partur av tí dagliga arbeiðnum í Elding Tórshavn.

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir einum persóni, ið brennur fyri sølu og tænastu. Tær dámar at arbeiða við fólki, tú ert vinarlig/ur og dugur at orða teg í skrift og talu. Royndir innan leiðslu er ein fyrimunur.

Hvat bjóða vit tær?

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú sleppur at menna tíni evni innan sølu og leiðslu. Tú kemur dagligt at arbeiða við sølu og aðrar fyrifallandi leiðsluuppgávur.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas Winther, stjóra, á tlf. 529000, ella við at senda ein teldupost til maw@elding.fo.

Umsókn saman við avritum av prógvum, viðmælum o.ø., skulu sendast við telduposti til maw@elding.fo, í seinasta lagi sunnudagin 24. mai 2020.

Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Harumframt eru vit partur av Elkjøp, sum er størsta elektronikk- og hvítvøruketa í Norðurlondum.