Feilur OK

Samskipari til Elding Elrisin

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi samskipara til toymi okkara í Elding Tórshavn. Tú verður ein týðandi partur av dagliga arbeiðnum.

Um starvið

Talan er um barsilsavloysarastarv til og við 01.11.22.
Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt.
Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika tilfar til lýsingarbløð og lýsingar
  • Innkeyp av vørum
  • Finna nýggjar vørur
  • Vøruteljing
  • Upplæring av starvsfólkum

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir einum persóni, ið dámar væl at arbeiða í høgum tempo, og sum dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Tær dámar at arbeiðsuppgávunar eru fjølbroyttar, og at eingin dagur er eins.
Ein stórur partur av starvinum er samskifti við nógv ymisk fólk, og tí er neyðugt, at tú dugir væl at orða teg, bæði í skrift og talu, á føroyskum, donskum og enskum.

Hvat bjóða vit tær?

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú sleppur at menna tíni evni at fyrireika átøk, og at hugsa langt fram í tíðina. Tú kemur at hava stóra ávirkan á hvussu gerandisdagurin hjá starvsfólkunum sær út.

Royndir innan líknandi starv, ella innan sølu og innkeyp, eru ein fyrimunur.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda ein teldupost til herman@elding.fo.

Send umsókn her: https://elding.fo/umsokn_form

1-16 of 7459

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
467

1-16 of 7459

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
467