Feilur OK

 

 

Granite Ware – Steikisúgv

Granite Ware hevur verið ein partur av amerikanskari køkssøgu í næstan 150 ár.

Granite Ware er uppbygt við einari stálkjarnu, sum er klædd við postalíni. Ta uttara lagið av vørunum er smeltað postalín, sum er lagt á við meira enn 800 hitastigum. Stál uppbygnaðurin gevur vørunum styrki, og tryggjar eitt gott býti av hita, meðan tað uttara lagið av postalíni tryggjar eina ikki-kemiska reaktiva Non-Stick yvirflati. Samstundis tryggjar tann natúrliga postalínsyvirflatan góðskuna á tínum mati, uttan at geva litir frá sær, ella at minka um smakkin ella aðrar føðsluligar fyrimunir.

Hvørki PTFE (Teflon), PFOA (Perfluroktansýra) ella onnur ósunn evni eru í vørunum.

7 Eind(ir)

1

7 Eind(ir)

1

 

Haldgott & Praktiskt

Stálkjarnan ger vørurnar frá Granite Ware øgiliga haldgóðar, og tryggjar tær, at tú kanst brúka tær í fleiri ár, uttan at góðskan á útgerðini minkar.

Samstundis verður matgerðin meira praktisk, tí stálið tryggjar eitt javnt býti av hita, og gevur matgerðini tær skilabestu umstøðurnar.

 

Heilsufrøðiligt

Non-Stick yvirflatan ger vørurnar praktiskar við postalínsyvirflatini, og er samstundis við til at tryggja eitt høgt heilsufrøðiligt støði. Non-Stick virksemið er heilt avgerðandi, og ger tað lættari at vaska vørurnar, tí tað minkar um nøgdina av brendum tilfari undir matgerðini.

Hetta er ikki minst tí at vørurnar frá Granite Ware eru vælegnaðar til reingerð í uppvaskimaskinum.

  • Non-Stick yvirflata – Løtt matgerð og reingerðing
  • Natúrlig postalínsyvirflata – Tryggjar góðskuna á matinum
  • Javnt býti av hita
  • Ongi eitrandi evni
  • Lætt at gera reint – vælegnað til uppvaskimaskinu

 

Granite Ware vørur

Ein steikisúgv frá Granite Ware verður sett í samband við siðbundnan amerikanskan mat og vørur í høgari góðsku. Steikisúgvurnar eru nýsluvinarligar, tí tær eru nógv lættari enn tær siðbundnu steikisúgvurnar, sum eru úr leiri ella stoypijarni. Hetta ger at steikisúgvin er løtt at lyfta og arbeiða við, uttan at góðskan á matgerðini lækkar.

Tá tú keypir eina steikisúgv frá Granite Ware, fært tú eina vøru við snildari sniðgávu, sum egnar seg til matgerð í flestu ovnum. Steikisúgvurnar fáast í fleiri ymiskum støddum, so tað altíð er gjørligt at finna eina súgvu, sum passar til ymiskir tørvir. Við einari steikisúgvu við loki hevur matgerðin ongantíð verið lættari.

Vørurnar rigga væl til allir rættir, sum t.d. steik, fisk, høsnarunga, kalkun, lambsbógv og mangt annað. Lokið á steikisúgvini tryggjar, at maturin ikki missur nakað av smakkinum, samstundis sum at ovnurin ikki fer at lukta aftaná. Tá matgerðin er liðug, kann maturin borðreiðast beinleiðis úr súgvini. Til ber at nýta metalgreiður uttan nakað hóvasták, tí súgvin tekur ikki skaða av tí. Ongantíð hevur matgerð verið lættari