Feilur OK

Goymsluleiðari til Elding Tórshavn

Vit sóknast eftir einum røknum og ábyrgdarfullum goymsluleiðara til handil okkara í Tórshavn.

Hvør ert tú?

Tú ert røkin og tænastusinnað/-ur, og tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Tú ert positiv/-ur og fleksibul, tú tekur ábyrgd, og tú dugur væl at gera uppfylgjadi arbeiði. Royndir frá líknandi starvi er ein avgjørdur fyrimunur, og eisini er fyrimunur við góðum telduførleika.

Hvat bjóða vit tær?

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv, har nógv er at gera. Tú sleppur at arbeiða sjálvstøðugt, har dagligt samstarv er við okkara handilsleiðarar. Løn sambært avtalu. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas Winther, stjóra, á tlf. 529000, ella við at senda ein teldupost til maw@elding.fo. Umsóknin skal sendast við telduposti til maw@elding.fo, í seinasta lagi sunnudagin 23. juni 2019.

Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Harumframt eru vit partur av Elkjøp, sum er størsta elektronikk- og hvítvøruketa í Norðurlondum.

1-16 of 5723

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
358

1-16 of 5723

Page:
  1. 1
  2. 2
  3. 3
  4. 4
  5. 5
358