Feilur OK

Goymslu lærlingur til Elding Tórshavn

 

Vegna vaksandi virksemi søkir Elding eftir goymslu lærlingi. Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi lærlingi til goymsluna í Elding í Tórshavn.

Hvør ert tú?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum persóni, ið ikki smæðist burtur, og hevur lætt at koma í samband við fólk.

Tú setur kundan í fokus, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Viðvíkjandi læruplássið, er krav at tú harumframt hevur lokið FHS- ella HH miðnámsútbúgving. Viðvíkjandi læruplássið, er lærutíðin 2 ár, íroknað 8 vikur í skúla í Danmark. 

Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas Winther, stjóra, á tlf. 529000, ella við at senda ein teldupost til maw@elding.fo. Umsókn saman við avritum av prógvum, viðmælum o.ø., skulu sendast við telduposti til maw@elding.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni 2019. 

Hvørji eru vit?

Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Harumframt hava vit Føroya størstu goymslu innan elektronik og hvítvørur.