Feilur OK

LÝSING AV ELDING

Allir føroyingar vita, at vit í Elding vilja vera bíligast. Prísur er avgerandi fyri tann, sum skal keypa. At vilja vera bíligast er grundarsteinurin í okkara handilsskapi, men Elding er so nógv meir enn tað. Hetta hava vit samanfatað í tey trý stigini hjá Elding, ið fevna um ráðgeving, sølu & útbering, umframt tænastu & verkstaðin.


Hjá Elding leggja vit alstóran dent á hesi viðurskifti, so at tú sum kundi fært ta allarbestu tænastuna. Elding er limur í størstu el-ketuni í Norðurlondum, Elkjøp, sum so aftur er partur av bretsku risaketuni Dixons, ið er ein tann størsta el-ketan í heiminum.
Javnan ger Elding prískanningar av kappingarneytunum. Hetta ger Elding føran fyri at kappast við bestu tilboðunum.

TEY TRÝ ELDING-STIGINI

Ráðgeving:
Tørvurin er ymiskur til ymisk endamál. Vit hava útbúgving og drúgvar royndir í at vísa tær á bestu tólini til júst tín tørv. At veita bestu ráðgeving, vita vit av royndum gevur besta úrslitið.

Umvegis okkara veitarar hava vit eisini atgongd til bestu útlendsku ráðgevar á øllum viðkomandi økjum innan elektronikk og tól til vinnulívið. Ring til okkara, og vit geva tær ráð og óbindandi tilboð.

Søla og útbering:
Við stóra starvsfólkaliði okkara finnur tú altíð ein, ið kann hjálpa tær. Elding er kent fyri dygdargóðar prísir og skjóta útbering.

Við Føroya størstu goymslu av sínum slagi og skjótari veiting frá útlendsku veitarunum hvørja viku, kunnu vit veita tær ta allarbestu tænastuna, bæði tá ið ræður um sølu og skjóta útbering.

Tænasta og verkstaður:
Elding veitir tænastu, eisini umborð á skipum. Vit avgreiða umvegis dugnaligu samstarvsfelagar okkara alla neyðuga útgerð til tólini eru sett upp umborð og rigga til fulnar. Sum umboð fyri bestu tólini hava vit góða trygd fyri, at tey rigga væl.

Tørvar tær umvæling ella eykalutir, veitir Vinnuveitan tær hesa tænastu. Vinnuveitan er verkstaðurin hjá Elding og tryggjar tær góða veiting. Við góðkendum og dugnaligum fólki á verkstaðnum vita vit, at tit eru í tryggum hondum og fáa bestu tænastuna.

Vit vita, at tíðin ofta er avgerandi, tá ið ein umvæling skal gerast. Hetta taka vit sjálvsagt atlit til, tá ið uppgávurnar verða loystar.