Feilur OK

Nú ber til at ferðast - fá hópin av SAS EuroBonus stigum hjá Elding

Droymir tú um eina sólferiu í Florida, ein romantiskan túr til París ella eina fótbóltsferð til London? Elding hjálpir tær væl á veg! Vit hava alt, ið tørvar til ferðina. Hvat við einari nýggjari vaskimaskinu? Ella einum nýggjum komfýri? Ikki júst tað rætta ferðagóðsið at taka við, men keypir tú útvaldar vørur í Elding í juni mánað 2018, fært tú hópin av SAS EuroBonus stigum við í keypinum, sum tú kanst nýta til tína næstu ferð. Hvat bíðar tú eftir? Kom við, og finn røttu vøruna at ferðast fyri, ímillum mongu avbera góðu tilboðini í Elding hendan mánaðin.

Elding og SAS taka teg við til góð ferðamál

  • Gott afturat til New York ferðina
  • Besta ferðaamboðið til Florida
  • Eitt stig nærri Barcelona

Hvussu fái eg SAS EuroBonus stig í Elding?

Í samstarvi við SAS EuroBonus, bjóðar Elding nú EuroBonus stig tá útvaldar vørur verða keyptar í Elding í juni mánað 2018. Vit hava hópin av nýggjum og spennandi vørum, ið vilja flyta teg nærri tíni dreymaferð.

Tað einasta tær nýtist at gera fyri at fáa SAS EuroBonus stig, er at geva okkum títt persónliga EuroBonus limanummar tá tú keypir í Elding Tórshavn, Klaksvík og Elding Online. EuroBonus stigini eru bert galdandi fyri tær vørur, har lýst er við stigum við EuroBonus.

Vit gera vart við, at tú mást verða fyltur 18 ár fyri at fáa EuroBonus kort. Ert tú undir 18 ár, er gjørligt at fáa EuroBonus kort, um tú fært góðkenning frá verja. Tá ber eisini til at samla EuroBonus stig við at keypa útvaldar vørur í Elding.

Gevið gætur, at EuroBonus stigini verða skrásett á kontu tíni hjá SAS EuroBonus 10 dagar eftir at keypið er avgreitt, tá vit bjóða øllum kundum umbýtingarrætt í 7 dagar.

Um tú velur at koma aftur við einari vøru við EuroBonus stigum, verða stigini sjálvvirkandi drigin frá á tínum EuroBonus korti. Tað er ikki gjørligt at býta stigini um til reiðan pening, ei heldur at draga frá sum avsláttur.

Um tú ynskir limaskap í SAS EuroBonus ber til at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá SAS. https://www.sas.dk/eurobonus/

Sí ØLL tilboðini her.