Feilur OK

Persónlig røkt

Elding hevur eitt stórt úrval av vørum til persónliga røkt, so sum ítróttarur, rakimaskinur, krúllujørn og mangt annað. Her kanst tú skjótt finna vørur at forkela teg sjálvan við, ella onkran, ið tær dámar. Hygg t.d. eftir okkara massagu-útgerð. Hevur tú havt ein strævnan dag á arbeiðsplássinum ella í skúlanum, verður tú skjótt glaður fyri at kunna taka ein hálvan tíma við massagu og avslappandi tónleiki. Ert tú mannfólk, eigur tú at hyggja eftir rakimaskinum og trimmarum.