Feilur OK

Sonos Beam – tað nýggjasta frá Sonos
Sonos Beam er ein kompakt og snild soundbar, ið gevur tær betri ljóðgóðsku, tá tú stroymar tónleiki, ella hyggur eftir sjónvarpi ella filmi. Sonos Beam fyllur ikki nógv, og fellur lætt inn í stovuna, kamari ella hvar tú nú velur at hava hana. Bassurin er so máttmikil, at tær ikki nýtist ein eyka subwoofara.

Sjónvarp, filmar, spøl og meira
Stroyma tónleik, hygg í sjónvarp ella spæl tey nýggjastu spølini. Alt við fantastiskari ljóðgóðsku. Tú kanst stroyma allar tónleikatænasturnar, ið eru góðkendar til Sonos

Snotlig stødd
Sonos Beam er bara 65 cm long, og fer tí ikki út um kantin á sjónvarpsmøblum. So hetta er ein soundbar, ið fellur lætt inn í innrættingina hjá tær.

Einans tveir leidningar
Set Sonos Beam til streym, og í sjónvarpið, umvegis HDMI kápilin. Tað er alt. Her sleppur tú undan fleiri ymiskum leidningum, sum er eyðkent fyri vanlig heimabio annlegg.

Sonos Beam kemur á marknaðin uml. 17. juli 2018

Sonos Beam

2 Eind(ir)

1

2 Eind(ir)

1