Feilur OK

Call of Duty: WWII

Call of Duty fer aftur til upprunan í Call of Duty: WWII. Tú lendir í Normandínum á D-Degnum, og skalt berja teg ígjøgnum eitt krígsherjað Europa. Her kemur tú framvið søguligum støðum, í mest minniliga krígnum í søguni. Uppliva klassiskan COD-combat, vinarskap og ræðuleikan í krígnum.

Call of Duty: WWII kemur út 3. november 2017, men longu nú kanst tú undanbíleggja, og vera millum tey fyrstu ið fáa spælið.

Call of Duty: WWII sigur søguna um ein ungan, nýkallaðan herðmann í U.S. First Infantry Division, ið fer í kríggj fyri fyrstu ferð. Fyrst skalt tú yvirliva á strondini í Normandínum, og herefter skalt tú berja teg ígjøgnum Europa, saman við tínum herliði. Tit skulu berja tykkum ígjøgnum Frakland og Belgia, yvir áardalin við Rín ánna, og heilt inn í hjartað í Týsklandi.

Multiplayer-mode

Uppliva tað spildurnýggja War Mode, har spælararnir skulu samarbeiða fyri at sigra á fíggindanum. Í online multiplayer match verða spælararnir tilvildarliga koyrdir í partin hjá teimum sameindu ella hjá ásaveldinum. Hjá teimum sameindu kanst tú spæla leiklutin sum hermaður hjá amerikonsku, bretsku ella fronsku mótstøðurørsluni. Her sleppur tú at royna teg í søguligum støðum frá 2. Verðaldarbardaga, har teir sameindu og ásaveldini stríðast í bæði álops- og verjumissiónum,

Sum nakað nýtt, kanst tú velja millum fimm ymisk servand herlið frá 2. Verðaldarbardaga.

Nazi Zombies

Call of Duty: WWII Nazi Zombies er ein ræðsluvekjandi, original hendingagongd, sum tekur útgangsstøði í einum alternativum veruleika. Her ræður um at samstarva, fyri at basa fíggindanum.

Far út á eina óhugnaliga, myrka og gátuføra ferð, ígjøgnum snjókløddu bayersku bygdina Mittelburg í Týsklandi, í eini roynd at fáa fatur aftur í dýrgripum, ið ásaveldini hava stolið undir 2. Verðaldarbardaga. Men ansa tær – í bygdini fjalir seg ein myrkur og ræðuligur loynidómur. Einki er sum tað sær út til at vera, og áðrenn tú veitst av, stendur tú andlit til andlit við herinum hjá teimum deyðu!

2 Eind(ir)

1

2 Eind(ir)

1